Í hósdagin 11 juni fóru 4 av okkara røsku HS svimjarum saman vid 18 øðrum svimjarum til Danmarkar, at luttaka i DM fyri árgangs svimjarar.

 

Øll eru komin væl fram og eru sera spent til at byrjað kappingina seinnapartin fríggjadagin.

 

Svimjararnir hja okkum sum eru vid DÅM eru:

 

    * Hjarnar Tórðarson

    * Óli Mortensen

    * Magnus Jákupsson

    * Markus Joensen

 

Tað hevur gingið gott til venjingarnar seinastu tíðina, uppundir DÅM. Allir hava ligið uppat sinum bestu tíðum til venjing, onkur besta tid hevur eisini verid svomin seinastu dagarnar, so vit hava góðar vónir til kappingina um vikuskifti.

 

Okkara dreingir eru farnir til kappingina fyri at royna at betra um sínar bestu tíðir og sjálvandi eisini at vinna á so nógvum danskarum sum gjørligt.

 

Hetta eru kappinganar svimjarnir luttaka í, við tilmeldaðu tíðum:

 

Óli Mortensen 

 

    * 400 frí   4.41,66 

    * 200 bringu  3.01,90

    * 200 frí  2.17,18 

    * 100 bringu   1.27,71

    * 50 frí  0.30,26  

    * 100 frí  1.04,73  

    * 200 blandað 2.37,86

 

Markus Joensen 

 

    * 100 bringu  1.28,35

 

Hjarnar Tóðarson 

 

    * 100 firvald  1.09,06

 

Magnus Jákupsson 

 

    * 50 frí  0.26,80  

    * 200 rygg  2.10,56  

    * 200 blandað 2.24,44  

    * 100 rygg  0.59,74  

    * 400 blandað 4.58,89

 

HS-dreingir og øll tit har niðri koyri á og all the best.