Innbjóðing er nú komin frá SSF til NMU-landsliðs venjingarlegu. Tann fyrsta venjingarlegan verður longu nú fíggjadagin 8. og leygardagin 9. februar.

 

Sjálv NMU kappingin (Norðurlendska Meistarakappingin fyri Ung) verður í Íslandi fríggjadagin 12. juli til sunnudagin 14 juli.

 

Samanlagt eru 33 svimjarar bjóðaðir við, harav 12 av teimum (9 gentur og 3 dreingir) eru úr Havnar Svimjifelag.

 

Svimjararnir úr HS, sum hava fingið innbjóðing eru:

 

Gentir:
Lív E. Eidisgaard, 1999, HS
Anida H. Eidisgaard, 1999, HS
Maria Bjarnastein Antoft, 2000, HS
Solveig á Torvalaðnum, 1999, HS
Liss Karin á Steig, 1999, HS
Lea Høgnadóttir Hammer, 2000, HS
Vár E. Eidesgaard, 2001, HS
Karin S. Midjord, 2001, HS
Súsanna Tummasardóttir, 2001, HS

 

Dreingir:
Marius Ihlen Gardshodn, 1998, HS
Niels Nattestad, 1998, HS
Birni Sigvardsen, 1999, HS

 

Innbjóðingin, við meira kunning og samlaða yvirlitinum av innbodnu svimjarunum, sæst her.