Á nevndarfundi í farnu viku, varð avgjørt at taka undir við tilmæli frá Kristian Martin
Joensen, høvuðsvenjara, um at umskipa lægru liðini í kappingardeildini, t.e. C-liðið og tey
bæði talentliðini.

Orsøkin til at vit hava valt at gera hetta nú, er at vit vildu nýta høvið, nú Høgni Mikkelsen er
givin sum venjari á C-liðnum og Jarmundur Steinkross, sum var venjari hjá talentliðunum,
hevur tikið yvir.

 

Broytingin er í stuttum tann, at vit hava gjørt tey trý liðini, C og talent 1 og 2, saman til tvey
lið. Tað vóru bara 6 svimjarar á C-liðnum, og tað er alt ov lítið. Hendan broytingin fer eisini at
geva okkum eitt sindur meir spælirúm við venjingartíðunum.

Harafturat hevur nevndin gjørt av at broyta heitini á liðunum, frá at eita A, B, C og talent, til
at liðini í framtíðini fara at eita ávikavist fyrstalið, annaðlið, triðjalið og fjórðalið.

 

Onkrar venjingartíðir vilja verða broyttar sum avleiðing av hesum, hetta verða svimjarirnir kunnaðir um av venjaranum. Væntandi verða dagførdar tíðir lagdar á yvirlitið á heimasíðuni um 1-2 vikur.

 

Vónandi taka øll væl undir við hesum broytingunum, og finna seg væl til rættis við teimum.