Havnar Svimjifelag skipar fyri kappsvimjing á sjónum á ólavsøku. Svomið verður fram við Molanum beint eftir kappróðurin tann 28. juli, tá ið tíggjumannaførini eru komin á mál – væntandi um fimmtíðina.
 
Teinurin, ið svomin verður er 420 metrar – frá endanum á Molanum, har ein startbrúgv verður løgd út, og inn í krókin við Havnarskrivstovuna, har málið verður.

Við hesum tiltaki tekur Havnar Svimjifelag uppaftur gamla siðvenju. Fyrstu ferð fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku var í 1912. Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á ólavsøku. Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949 og fram til 1961, tá ið nýggi hylurin í Gundadali stóð liðugur, hevði Havnin ongan hyl. Í 1951 varð tí aftur farið á sjógv at svimja kapp. Seinastu ferð fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku var á Vestaru Vág í 1954.

Hóast gamla heitið “kappsvimjing á ólavsøku” verður endurnýtt, so verður dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og elska at svimja – um tað er fyri at kappast ella ei. Høvuðsendamálið er at luttaka, at røkka málinum og fáa eitt gott upplivilsi á sjónum.
 
Tilmelding til kappsvimjingina á ólavsøku fer fram við at flyta kr. 100,- á kontu hjá Havnar Svimjifelag í EIK: 9181-1851103 í seinasta lagi 25. juli. Viðmerk “ólavsøka + navn”.
Sendið okkum samstundis ein teldupost á olavsoka@hs.fo, so vit kunnu røkka tykkum við nærri kunning um tiltakið.