Svimjarir á 3. og 4. lið hjá HS fóru í morgun til Danmarkar at luttaka í kappingina Køge Open, sum verður nú um vikuskiftið 22.-24. november 2019. Hetta er triðja árið á rað, at HS luttekur í Køge Open, og er tað ein góður møguleiki hjá okkara svimjarum at venja seg við kapping uttanlands.
Íalt luttaka 19 feløg úr: Føroyum, Danmark og Svøríki við 527 svimjarum, og íalt verða 3150 startir settir í gongd hesar tríggjar dagarnar.
Umframt Havnar Svimjifelag, luttaka eisini onnur feløg úr Føroyum: Ægir, Susvim og Fuglafjarðar Svimjifelag.
HS-svimjararnir:
Fríði Dam Lindberg – (2003)
Bára D. Nattestad – (2004)
Andreas Winther Klit – (2005)
Dávid Gislason – (2005)
Sólja Sigmundardóttir – (2005)
Villiam Marius Samuelsen – (2005)
Ari Rasmussen Weihe – (2005)
Markus Bárðarson Dahl – (2005)
Oddvá Sedea D. Nattestad – (2006)
Nóa Nónklett – (2006)
Isak Brisenfeldt – (2006)
Jóni Janusarson Strøm – (2006)
Áki Eliassen – (2006)
Erling Erlendsson – (2007)
Pætur E. Thorkildshøj – (2007)
Silas Dam Lindberg – (2008)
Venjarar:
Katrin Dagbjartsdóttir
Maria B. Antoft
Rakul A. Dam
Ferðaleiðarar:
Tór Arni Samuelsen
Finnbjørg Nattestad
Harumframt eru eisini nøkur foreldur við at stuðla svimjarunum. Kappingin endar sunnukvøldið, og mánadagin verður farið ein túr í Tivoli áðrenn flogið verður heimaftur mánakvøldið.
Hjá HS venja svimjarar á 4. liði fast 4 x 1,5 tíma um vikuna, meðan tey á 3. liði venja 5 x 2 tímar um vikuna (onkur tó 6 ferðir).
Tað ber til at fylgja við á livetiming.
(mynd: hópurin hjá HS til Køge Open 2019)