Í sambandi við at vit fara til Vágs, har SuSvim skipar fyri kapping fyri bólki 1 til 4 leygardagin 6. februar, skal boðast frá at vit møtast á Farstøðini í seinasta lagi kl. 18.10 fríggjakvøldið og Smyril siglur kl. 18.30.
Kappingin verður leygardagin og byrja verður kl.07.30 við upphiting, kappingin byrjar kl.09.00 stundisliga. Meiri um kappingina kann síggjast á: http://www.svimjing.com/2010/01/27/story/innbjoding-til-suduroyar-sparikassa-stevnu
Vit búgva í húsinum hjá Frelsenshær.
Øll vera biðin um at hava matpakka við til fríggjakvøldið.
Sum vanligt fáa vit morgunmat, døgverða og at eta eftir kappingina. Somuleiðis fáa vit m.a. frukt meðan kappingin er, so tað er ikki neyðugt við stórvegis av lummapeningi – serliga nú tá svimjararnir eru givnir við at eta søtmeti í sambandi við venjingar og kappingar.
Stutt um túrin
* Kostnaður kr. 200,- fyri hvønn – skal gjaldast á Farstøðini til Jákup.
* Góðan sunnan matpakka við til fríggjakvøldið
* Møta á Farstøðini fríggjakvøldið kl. 18.10 – Smyril siglur kl. 18.30
* Búgva í húsinum hjá Frelsenshær í Vági
* Sigla av Tvøroyri leygarkvøldið kl. 18.30 og eru aftur á Havnini kl. 20.25
At minnast
* Undirlag og soviposa
* Tannbust og klemmilsi
* Svimjiklæði og handklæð
* Heit klæði og húgvu
* Eitt smíl og gott lag, sum heldur uml. 30 tímar, byrjandi fríggjakvøldið kl. 18.00