Magnus Jákupsson setti í morgun føroyskt met og juniormet í 50m firvaldi. Hetta hendi í innleiðandi kappingini á Føroyameistarstevnuni 2010. Magnus svam við tíðini 25.44.
Pál Joensen átti gamla føroyska metið – 25.62 – ið hann setti á Oyggjaleikum á Álandi. Pál átti eisini føroyska juniormetið – 25.83 – ið hann setti á Klaksvík National í 2008.
Lagt er hervið upp til eina sera spennandi finalu í kvøld millum Pál og Magnus.
Dagføring:
Í finaluni í 50m firvaldi í kvøld gjørdist Magnus vinnari og betraði føroyska metið frá fyrrapartinum til 25.17 – har hann í morgun svam 25.44.
Harumframt setti Magnus eisini føroyskt met og juniormet í 200m rygg við tíðini 2:04.99. Gamla føroyska metið hjá Kára á Høvdanum frá FM 2008 var 2:05.13. Gamla føroyska juniormetið, ið Magnus sjálvur setti í MU 2010 var 2:07.07.