Faldari við fleiri upplýsingum um lið, tilmelding v.m. er at finna her

 

SVIMJISKÚLIN – BØRN

Vit halda fast við nýggju skipanina, sum vit byrjaðu uppá í fjør, har vit tryggja okkum, at svimjararnir á hvørjum liði eru á so jøvnum støði sum gjørligt. Støðið á liðunum hevur svingað nakað árini frammanundan, og kann ganga útyvir úrtøkuna hjá hvørjum einstakum (tað verður sostatt ikki møguligt at velja lið).

 

Vit fara at hava royndir við teimum nýggju børnunum, áðrenn árið byrjar (hini, sum hava svomið til mai/juni 2016 vóru støðismett áðrenn summarferiuna). Formularur til fyribils tilmelding verður tøkur her frá og við leygardegnum 20. august kl 17.00.

 

Børn fødd 2012 og eldri (ikki tey, sum eru á kappingarliðum): Tilmeldingin verður skipað soleiðis, at tit í seinasta lagi mikudagin 24. august 2016 kl 23.59 senda okkum tykkara upplýsingar umvegis formularin:

 

GG: ein formularur er til børn fødd 2010-2012 (pláss er fyri 60 børnum), og ein til børn fødd 2009 og eldri (pláss er fyri 200 børnum).  Tá tað er fullteknað, fara restin á bíðilista – og tað fer eisini at bera til at melda til bíðilistan aftaná at freistin er farin.

Tilmeldingin til svimjiskúlan er nú endað, men tað ber enn til at skriva seg upp á bíðilista, og so møguliga fáa bjóðað eitt pláss seinni í ár, um okkurt pláss verður. Tað er ikki vist, at øll, sum hava meldað til fyribils, fara at taka av einum plássi.

Leinkja til bíðilista, børn fødd 2009 og eldri

Leinkja til bíðilista, børn fødd 2010-2012

 

Nýggir svimjarar: áðrenn tit melda endaliga til gera vit royndir við teimum børnunum, sum ikki hava svomið seinasta vetur. Tá fyribils tilmeldingarfreistin er farin, gera vit eitt yvirlit yvir, nær hvør skal møta til roynd og senda tykkum boð við telduposti um hetta.

 

Allir svimjarar: Aftaná royndirnar við nýggju svimjarunum skipa vit liðini, og tit fáa ein teldupost um, hvat lið tykkara barn er komið á, saman við eini gjaldsleinkju, sum er til ta endaligu tilmeldingina, er bindandi. Tað verða seinni gjørdir bólkar á facebook, har alt samskifti verður framyvir, so tað er týdningarmikið at tryggja tykkum, at tit eru við í einum av hesum bólkunum. Tað verður ikki møguligt at velja lið!

 

MINI: Lið fyri børn fødd 2013 og 2014 saman við einum vaksnum avvarðandi. Vant verður 1×25 min. um vikuna. Tilmelding: nærri verður at frætta seinast í august ella fyrst í september. Fyrsta venjingin verður ætlandi sunnudagin 11. september.

Kostnaður kr. 1.100 um árið.

 

LIÐ FYRI VAKSIN:  (nærri kunning um tilmelding kemur seinni)

 

Rørsla1:               Týsdag og hósdag            kl 20.30 – 21.15                svomið verður í Gundadali

Rørsla2:               Týsdag og hósdag            kl 21.15 – 22.00                svomið verður í Gundadali

Kostnaður kr. 1.500 fyri hálvárið

 

RørslaK:               Hósdag                  kl 19.30-20.30 svomið verður í Kollafirði

Kostnaður kr. 700 fyri hálvárið (pláss er fyri 12 luttakarum)

 

Svimjivenjing (SKV):       Hósdag kl 19.30-20.15     svomið verður í Eysturskúlanum

Kostnaður kr. 1.000 um árið  (pláss er fyri 12 luttakarum)

 

Pre-master:  Mánadag og mikudag           kl 20.30-21.15* svomið verður í Gundadali

Kostnaður kr. 1.000 fyri hálvárið

*tíðirnar hjá Pre-master eru ikki endaligar

Pre-master er lið fyri yngri vaksin, sum hava svomið við t.d. kappingarliðum fyrr.