Mikukvøldið vóru børn og foreldur á komandi yngra talentliðnum møtt í svimjihøllini til ein kunnandi fund.
Bjartur Mortensen, Eyðun Húsgarð, Kristian Martin Joensen og Jákup Jacobsen kunnaðu um felagið og hvørjar væntanir HS hevur til svimjarar og foreldur. Tosað var m.a. um uppmøting, venjing, kost og hvíld.
Børnini spældu sær í kavingarhylinum og til seinast royndu tey seg í eini stafett við luttøku av Paula Ø. Mohr, Óla Mortensen og Magnus Jákupsson.
Uppmøtingin var sera góð, so tað boðar frá góðum á hesum liði komandi kappingarár.
Góða summarferiu!