Nýggja svimjiárið byrjar aftur mánadagin 7. september.
Vit hava í ár valt at skipa Svimjiskúlan øðrvísi enn undanfarin ár, tí vit ynskja at tryggja okkum, at svimjararnir á hvørjum liði eru á so jøvnum støði sum gjørligt. Hetta hevur svingað nakað í seinastuni, og kann ganga útyvir úrtøkuna hjá hvørjum einstakum.
Sostatt fara vit at hava royndir við børnunum, áðrenn árið byrjar. Hetta er fyri børn fødd í 2011 og eldri . Royndirnar vera sunnudagin 23. august og mikudagin 26. august – eini 30 børn í senn. Tað vil siga, at tilmeldingin ikki verður skipað soleiðis, sum vit plaga, men við, at tit senda okkum hetta útfylt sum skjótast, ella í seinasta lagi leygardagin 22. august 2015 kl 12.00:
Sum nakað nýtt vera vit í ár eisini í Kollafirði við einum rørsluliði fyri vaksin, um nóg nógv tekna seg. Pláss verður fyri 15 luttakarum og ætlanin er at venja 1×60 min. um vikuna.