Havnar Svimjifelag er við í ólavsøkuskrúðgonguni 28. juli 2016, og øll, sum eiga búna – bæði svimjarar og venjarar – møta við Kommunuskúlan rættstundis kl 13.15-13.30 ? Tey, sum bara eiga appelsingulu HS-blusuna kunnu sagtans brúka hana. Vónandi síggjast vit fjølment ? Vh Nevndin
Ólavsøkusvimjing 28. juli 2016 aftaná ka
HETTA ER EITT OPIÐ TILTAK – ØLL ERU VÆLKOMIN !!! Vit vilja hava so nógvar luttakarar, sum gjørligt. Dugir tú at svimja og eigur ella kanst læna eina líkinda drakt, so er ikki at halda teg aftur. Hetta er ein fínur teinur fyri óroynd. //Tilmelding o.a. Tilmelding til svimjingina á ólavsøku fer fram í […]
Takk fyri í ár
Svimjiskúlin takkar fyri í ár, og ynskir øllum eitt gott summar 🙂 Kunning um svimjiárið 2016/17 viðv. tilmelding osv. verður einaferð um miðjan august her á heimasíðuni. vh Svimjiskúlin
Endatiltak 2016 :)
Vit enda hetta svimjiárið hjá svimjiskúlanum í svimjihøllini í Gundadali leygardagin 18. juni – nærri kunning her. Neyðugt er at melda til – hetta verður gjørt her í seinasta lagi týsdagin 14. juni vh Svimjiskúlin
Summarfrí 2016
Svimjiskúlin fer í summarfrí frá og við hósdagin 16. juni 2016 – tvs. at seinasta venjingin er mikudagin 15. juni. Vit enda hetta svimjiárið í svimjihøllini í Gundadali leygardagin 18. juni kl 18.00-20.00 – nærri um hetta seinni 🙂 Svimjiskúlin
FM 2016 – Myndir
Eingin svimjing á hvítusunnu
Eingin svimjing á hvítusunnu Av tí at skúlarnir eru stongdir á hvítusunnu mánadagin 16. mai er eingin svimjing á Argum og í Eysturskúlanum tá vh Svimjiskúlin
Svimjiskúlin Kristi himmalferðardag
Av tí at Eysturskúlin og skúlin á Argjum eru stongdir Kristi himmalferðardag (hósdagin 5. mai) verður eingin svimjing har tá. vh Svimjiskúlin
FM – 2016 – Kappingaryvirlit
Tann 05. mai 2016 Innleiðandi: Upphiting kl. 08:00, Kapping kl. 09:30, Finalur: Upphiting kl. 15:30, Kapping kl. 17:00 – 19:00 1 : 100 metrar frí kvinnur 2 : 50 metrar firvald menn 3 : 200 metrar blandað kvinnur 4 : 200 metrar bringa menn 5 : 800 metrar frí kvinnur 6 […]
FM í svimjing – 2016
Svimjisamband Føroya bjóðar aftur í ár til FM meistarastevnu í svimjing, sum verður í svimjihøllini í Gundadali í Tórshavn í døgunum 5., 6. og 7. mai 2016 Hesi kunnu luttaka til FM: Øll, ið hava svomið bronsunálatíðina, í 25 ella 50 metra hyli, tilmeldindingartíðir og bronsunálatíðin skulu verða yngri enn 12 mánaðir. Sí annars […]