Skip to main content

Køge Open 2019

Svimjarir á 3. og 4. lið hjá HS fóru í morgun til Danmarkar at luttaka í kappingina Køge Open, sum verður nú um vikuskiftið 22.-24. november 2019. Hetta er triðja árið á rað, at HS luttekur í Køge Open, og er tað ein góður møguleiki hjá okkara svimjarum at venja seg við kapping uttanlands.

Svimjiskúlan 2019

Tilmelding 2020

Tilmeldingin til nýggja svimjihálvárið hjá Havnar Svimjifelag letur upp mikudagin 28. august kl 17.00 Meira fæst at vita í faldaranum, sum er borðin til hvørt hús í kommununi mikudagin 21. august. Faldarin finst eisini talgiltur við at trýsta her

Fyri tíggjundu ferð

Ólavsøkusvimjing 28. juli 2019 aftaná kappróðurin //TilmeldingTilmelding til svimjingina á ólavsøku fer fram í seinasta lagi 25. juli við at flyta kr. 200,- á kontu hjá Havnar Svimjifelag 9181-185.110.3. Viðmerk NAVN á svimjara og FØÐIÁR. Vit skulu brúka føðiárið til at bólkabýta úrslitið. //Kunningarfundur um trygd, atgongumerki og hetta Í svimjihøllini í Gundadali 27/7 kl. […]

Aðalfundur mikukvøldið 24. apríl 2019 kl

Árligi aðalfundurin hjá Havnar Svimjifelag verður mikukvøldið 24. apríl 2019 kl. 19.00 í Svimjihøllini í Gundadali. Skrá sambært viðtøkunum: – Val av fundarstjóra – Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári – Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøða til góðkenningar – Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár – Val av nevndarlimum – Val av grannskoðara – Innkomin mál – Ymiskt Atkvøðurætt hava limir, ið […]

Havnar Svimjifelag fær grikskan høvuðsve

Jólaaftan skrivaði Havnar Svimjifelag sáttmála við 36 ára gamla grikkan Panagiotis Christou, ið vanliga verður nevndur Panos. Sáttmálin er galdandi í hálvtfjórða ár, fram til endan av sesongini 2021/22. Panos byrjar í starvinum sum høvuðsvenjari mánadagin 21. januar. Nýggi høvuðsvenjarin kemur úr einum starvi sum venjari í stóra svenska svimjifelagnum SK Poseidon í Lund. Frammanundan […]