Magnus hevur í dag svomið 400 blandað á Gentofte Open 2011 og tað gekk heilt væl. Hann svam teinin 4.35.17 sum er nakað skjótari enn persónliga metið og juniormetið sum hann sjálvur eigur á 4.42.49. Í morgin svimur hann 200 frí. Vit ynskja Magnusi til lukku við avrikinum og góða eydnu í morgin.
Startlisti til kappingina 17.-18. septem...
Nýggjan svimjihyl í Gundadali í 2013
Havnar Svimjifelag hevur í dag, í skrivi til Tórshavnar Býráð, skotið upp, at nýggjur svimjihylur verður settur á fíggjarætlanina fyri 2012. Telvingin um fíggjarætlan er í gongd í løtuni og uppskotið til fíggjarætlan fyri 2012 skal leggjast fyri Fíggjarnevndina í seinasta lagi 1. oktober. Fíggjarætlanin skal vera endaliga samtykt á býráðsfundi áðrenn 1. desember. Vinnur […]
Myndir frá stevnu 10. sep. 2011 í Klaksv
Gravgangur eftir at svimja
Mikudagin 31/8 var almenna tilmeldingin hjá Havnar Svimjifelag til nýggja svimjiárið. Sum myndirnar niðanfyri vísa, var øðiligur gravgangur eftir at sleppa at svimja. Longu 1 tíma áðrenn dyrnar lótu upp, var long bíðirøð og tað stóð á at taka ímóti tilmeldingum. Mynd: Longu ein tíma áðrenn dyrnar lótu upp var bíðirøðin long. Mynd: Tá […]
Innbjóðing til opna kapping í Havn 17.-1
Innbjóðing til opna kapping í Havn 17.-18. september, ið er úttøkukapping til landsdystin Føroyar – Ísland og til World Cup. Tilmeldingar skulu sendast til Svend Åge Seloy á mail – saseloy@gmail.com í seinasta lagi ty?skvøldið 13. september kl. 20.00. Mgl. spurningar kunnu rættast til Óla Gardshodn, tel. 545136, oli.gardshodn@gmail.com Innbjóðingin kann heintast her: Innbjóðing
Almenn tilmelding verður mikudagin
Almenn tilmelding til næsta svimjiár verður í Svimjihøllini í Gundadali mikudagin 31. august 2011 kl. 17-19. Svimjarar, ið venja á kappingarliðunum, Talent, FM, C, B og A, skulu eisini melda til í seinasta lagi hendan dagin við at gjalda. Limagjaldið skal gjaldast kontant. Til ber eisini at gjalda við gjaldskorti. Faldari við meira kunning um […]
Myndir frá stevnu 27. aug. 2011 í Vági
Plásstrotið í hylinum í Gundadali í D&V
HS Faldari 2011/12
Í hesari vikuni letur Havnar Svimjifelag bera út faldara fyri svimjiárið 2011/12. Faldarin kann heintast her: Faldari 2011/12