Skip to main content

Óli og Markus aftur av DÅM 2010

Óli og Markus aftur av DÅM 2010

Í vikuskiftinum vóru Óli Mortensen og Markus Joensen úr HS og Eybjørn Joensen úr SuSwim, saman við einum hópi úr Ægir í Gentofte til DÅM 2010.Tað er við stórum spenningi, tá okkara svimjarar luttaka til Dansk Årgangs Mesterskaber, sum er hæddarpunkti á kappingarárinum hjá flestu árgangssvimjarunum í Danmark. Stóra avbjóðingin hjá okkara svimjarum er at […]

Pauli, Magnus og Christian Tessner aftur...

Í vikuskiftinum hava teir luttikið í “Small States 2010” kappingini í Hafnarfirði, sum var leygar- og sunnudagin 12. – 13. juni. Hetta er evropameistarastevna og evropisk juniormeistarastevna fyri smátjóðir, ið eru svimjitjóðir í Europa við færri enn 1 millión íbúgvum. Fyrsta stevna av hesum slag var í Luksemborg í 2008.HS var umboða við 2 svimjarum, […]

Nýggja talentliðið

Mikukvøldið vóru børn og foreldur á komandi yngra talentliðnum møtt í svimjihøllini til ein kunnandi fund.Bjartur Mortensen, Eyðun Húsgarð, Kristian Martin Joensen og Jákup Jacobsen kunnaðu um felagið og hvørjar væntanir HS hevur til svimjarar og foreldur. Tosað var m.a. um uppmøting, venjing, kost og hvíld. Børnini spældu sær í kavingarhylinum og til seinast royndu […]

Óli persónligt met í 1500m frí

Óli Mortensen setti í morgun persónligt met í 1500m frí við tíðini 17:18.22 – næstan 20 sekund skjótari enn áður. Óli var sera væl fyri og fylgdist leingi við Eyðbjørn Joensen og Pál Joensen. Vinnari gjørdist Pál við tíðini 16:56.57, ið er næstan hálvan triðja minutt verri enn hansara besta tíð – 14.32.15 – so […]

Magnus føroyskt met i 50m firvaldi

Magnus Jákupsson setti í morgun føroyskt met og juniormet í 50m firvaldi. Hetta hendi í innleiðandi kappingini á Føroyameistarstevnuni 2010. Magnus svam við tíðini 25.44. Pál Joensen átti gamla føroyska metið – 25.62 – ið hann setti á Oyggjaleikum á Álandi. Pál átti eisini føroyska juniormetið – 25.83 – ið hann setti á Klaksvík National í  2008. Lagt er […]

HS klárt til FM

HS klárt til FM

Teir 23 HS svimjararnir eru klárir til FM 2010 Tær seinastu fyrireikingarnar vóru í hylinum í Gundadali fyri løtu síðani. Okkara svimjarar hava vant hart í vetur, so spennandi verður at síggja, hvussu fer at hilnast komandi dagarnar. Vit vóna at síggja fleiri persónlig met og nógv heiðursmerki. Vit fara at fylgja svimjarum okkara á […]