Skip to main content

SMS Flaggdagsstevna 24. apríl 2010

SMS Flaggdagsstevna 24. apríl 2010

Leygardagin 24. apríl 2010 skipar Havnar Svimjifelag fyri “SMS Flaggdagsstevnu” fyri yngru aldursbólkarnar 1 til 4 í Svimjihøllini í Gundadali. Kappast verður á 50 og 100 metra teinunum, umframt í 200 blandað, og í yngstu bólkunum eisini á 25 metra teinum. Onkur serlig skipan verður eisini brúkt til finaluumfarið, ið krevur at luttakararnir svimja minst […]

Nýtt rørslutilboð til krabbameinssjúklin

Tórshavnar Kommuna samstarvar við Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag, ið eru farin undir at fyrireika eitt nýtt rørslutilboð. Talan er um eitt svimjiskeið á Eysturskúlanum. Skeiðið verður fyri fólk, ið hava ella hava havt krabbamein. Eftir ætlan byrjar svimjiskeiðið fyri summarfrítíðina. Tað er vísindaliga prógvað, at rørsla økir mótstøðuførið móti sjúkum og at krabbameinssjúklingar, sum íðka […]

Temadagur um rørslu og fyribyrging

Temadagur um rørslu og fyribyrging

At røra seg, kann fyribyrgja krabbameini og øðrum sjúkum Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag skipa fyri einum temadegi um rørslu og  fyribyrging. Fokus verður sett á, hvussu rørsla kann vera týðandi táttur í at fyribyrgja krabbameini, hjarta- og æðrasjúkum, sukursjúku (typu2 diabetes) umframt øðrum sjúkum. Tiltakið verður 27. apríl kl. 13-16 á Hotel Føroyum. Á skránni […]

Víðkað dómaraskeið

Víðkað dómaraskeið

Frá SSF: Leygardagin 10. apríl komandi verður víðkað dómaraskeið fyri tey, ið  hava verið á grundskeiðnum. Skeiðið  verður í Eysturskúlanum. Byrjað  verður kl. 11.45 ella so skjótt, sum suðringarnir eru komnir. Skeiðið  tekur 8 tímar. Undirvísarar: Dan og Evald. Kaffi/the verður at fáa.Tilmelding: send navn og viðmerk dómaraskeið við sms til 597558 ella 584473 í […]

Pauli Øssursson Mohr er nú HS´ari

Ein af Føroya skjótastu sprintarum, Pauli Øssursson Mohr, hevur limað seg inn í Havnar Svimjifelag og hevur í kvøld havt sína fyrstu venjing.Aftaná at hava verið við til at mynda kappsvimjingina í Fuglafirði síðani hann var smádrongur, hevur Pauli valt at leita sær nýggjan íblástur á svimjileið síni.Pauli hevur í avtalu og fullari semju við […]

HS kappingin 13. februar 2010

Í góðveðrinum leygardagin var opin svimjikapping hildin í Havn. HS bleiv nr. 4 í samlaðu kappingini við 7 gull, 3 silvur og 9 bronsu. Úrslit her: Úrslit frá kappingini Á úrslitunum sæst, at okkara svimjarar eru komnir í eina javna legu hvat venjing og betringum viðvíkur. Vit síggja, at teir arbeiða seg javnt upp eftir […]

Kapping í Havn í vikuskiftinum

Kapping í Havn í vikuskiftinum

Svimjikapping verður í Havn leygardagin 13. februar 2010. Upphitingin byrjar leygarmorgun kl. 07.30 og kappingin kl. 09.00. Um middagsleitið verður ein døgurðasteðgur við mati og tunnuslátri. Seinnaparturin byrjar við upphiting kl. 13.00 og kappingin byrjar kl. 14.00. Kappingin endar væntandi kl. 17-18. Kappingin er ein opin kapping – fyri seniorar, juniorar, bólkur 1, 2, 3 og 4. […]

Kunning um Vágstúr

Kunning um Vágstúr

Í sambandi við at vit fara til Vágs, har SuSvim skipar fyri kapping fyri bólki 1 til 4 leygardagin 6. februar, skal boðast frá at vit møtast á Farstøðini í seinasta lagi kl. 18.10 fríggjakvøldið og Smyril siglur kl. 18.30. Kappingin verður leygardagin og byrja verður kl.07.30 við upphiting, kappingin byrjar kl.09.00 stundisliga. Meiri um […]

Leygardagur á Akureyri

Leygardagur á Akureyri

  Dagurin í dag varð eitt sindur annarleiðis. Vit byrjaðu við alpine skíing, frá kl 10 til 11.45. – OGSO víðari til Íslandskapping í gonguskí!!! Skíðastaðagangan, ið er partur av Íslandsganguni var hildin á Hlíðarfjall skígongubeyt í dag kl 13. Stutt sagt merkir hettar kapping í gonguskí; og vit høvdu tilmelda okkum. Fyri at vera […]