Skip to main content

Úrslit frá SMS Christmas Sprint

Úrslit frá SMS Christmas Sprint

Viðfest eru úrslit frá “SMS Christmas Sprint 2009” svimjistevnuni hjá Havnar Svimjifelag, sum hevur verið í Tórshavn nú um vikuskiftið. Hetta var nokk seinasta kapping har okkara svimjarar sloppu at svimja í ‘superdrakt’, og úrslitið varð eisini at minst trý juniormet vórðu sett. Birita Debes betraði um sítt juniormet í 50 rygg, við tíðini 29.46 […]

Jólaveitslan 2009

Jólaveitslan 2009

Í gjár var stórfingin jólaveitsla í Havnar Svimjifelag. Knapt 300 fólk luttóku. Jólamenn, kappingar og undirhald vóru á skránni. Børn sigu niður av 5 metra vippuni og stóðu á vatnskíð í 25 metra hylinum.   Myndir frá tiltakinum:  

SMS Christmas Sprint 2009

SMS Christmas Sprint 2009

HS fyriskipar kappingina “SMS Christmas Sprint 2009” tann 19. og 20. Desembur í høllini í Gundadali. Grodan fílan verður send út sum skjótast! Kappingin fer at hava 4 “sessions” – sum vanligt; leygardag og sunnudag, fyrrapart og seinnapart – (minus 800m og 1500m).

Framløga um rørslu

Framløga um rørslu

Mikukvøldið 17. november kl. 20.30 verður framløga í kantinuni í svimjihøllini í Gundadali fyri rørslusvimjarum og øðrum áhugaðum. Framløgan hevur heitið “Hví hevur tað so stóran týdning at røra seg?”. Tosað verður m.a. um, hví tað hevur so stóran týdning at røra seg – ikki bert tá ein er ungur, men alt lívið. Vit taka […]

Flot Kapping bólk 3 & 4

Flot Kapping bólk 3 & 4

Í gjár var kapping fyri bólk 3 og 4 á Toftum. Vit vóru umboðað við 12 svimjarum og einari ørgrynnu av foreldrum og hjálparfólkum. Flott!   Samlaða úrslitið varð, at Svimjifelagið Reki úr Leirvík ‘vann’ stevnuna við 8 gull, 6 silvur og 4 bronsu, meðan Suðuroyar Svimjifelag gjørdist nummar tvey við 6 gull, 7 silvur […]