Mynd: Magnus Jákupsson, uttast til høgru, lyftir saman við liðfeløgum, Christian Tessner, venjara, undir FM í ár.
Plásstrotið í hylinum í Gundadali er nú beinleiðis atvoldin til, at fremsti svimjari í Havnar Svimjifelag, Magnus Jákupsson, flytir til Danmarkar at venja. Sami trupulleiki var eisini orsøkin, tá týski venjarin hjá felagnum fyrr í summar gjørdi av at leita sær nýggjar leiðir.
16 ára gamli Magnus Jákupsson er ein av Føroya bestu svimjarum. Hann eigur ein hóp av føroyskum junior- og seniormetum. Á evropeisku meistarastevnuni fyri juniorar, EJM, í summar, rakk hann m.a. einum fjóðra plássi í sínum árgangi. Góðar vónir eru um, at hann fer at vinna heiðursmerkir á norðurlendsku meistarastevnuni fyri juniorar, NJM, í desember og á EJM næsta summar. “Hetta er ein øðiligur missur og eitt risa afturstig fyri Havnar Svimjifelag. Magnus er í heimsflokki, so hetta er eisini ein missur fyri Havnina og føroyska svimjing sum heild. Men vit mugu bara ásanna, at skal Magnus hava optimalar møguleikar at røkka teim málum, ið hann hevur sett sær, so má hann flyta úr Havn ella av landinum”, sigur Eyðun Húsgarð, formaður í Havnar Svimjifelag.
Hóast Havnar Svimjifelag er eitt av størstu ítróttarfeløgum í landinum og hevur fleiri svimjarar, ið teljast í heimsflokki í sínum aldursbólki, hevur felagið størsta partin av degnum bert atgongd til eina og í besta føri tvær geilir í Gundadali. Ein avleiðingin er, at svimjarar mugu skiftast um at venja longri út á kvøldið enn ráðiligt er og at venjarar mugu arbeiða tvífalt.
“Í strembanini eftir at røkka altjóða tindum eru vit komin væl ávegis, men raka nú loftið, tá um ræður fysiskar karmar. Vit hava snøgt sagt ov fáar geilir til taks ljósu tímarnar av degnum. Hetta hevur nú sín prís.”, sigur Eyðun Húsgarð.
Svimjihøllin í Gundadali varð bygd í 1983. Talið av vitjandi er vaksið nógv øll árini og høllin hevur í longri tíð verið ov lítil. Talið av vitjandi er tvífalt so stórt sum í líknandi hallum í grannalondunum. Tíðin er tí komin til at byggja nýggjan hyl. Havnar Svimjifelag hevur fyri býráðnum skotið upp, at byggja ein 50 metra hyl uppí verandi svimjihøll. Uppskotið er, at ein høll verður bygd vestanfyri verandi svimjihøll – hetta uttan at nerva verandi svimjihøll í byggitíðini.
“Skal verandi menning við venjarum á altjóða støði og ágrýtnum íðkarum halda fram, er alneyðugt at ein nýggjur hylur verður bygdur. Ynskið er sjálvandi ein altjóða 50 metra hylur, umframt at tað eisini er tann mest framtíðartrygga íløgan.”, sigur Eyðun Húsgarð.