Ítróttur og ágangur hoyra ongastaðni heima.
Rithøvundurin, viðgerin og ráðgevin við teimum nógvu royndunum og ikki minst røddin hjá teimum misbrotnu og ágangsraktu, heldur fyrilestur mánakvøldið 18. juni kl. 19-21 í ÍSF-húsinum.
- Hvønn leiklut hevur ítróttaleiðarin, tá ið tað snýr seg um harðskap og kynsligan ágang?
- Hvussu skipar ítróttaleiðarin eitt sunt og trygt umhvørvi við greiðum mørkum á øllum mótum, samstundis sum allar kenslur eru í lagi?
- Hvussu takkla vit, tá ið onkur SIGUR FRÁ, og ber til at siga frá við kroppinum uttan orð?
- Hvør er okkara skylda, og hvør skal døma?
Tiltakið er ókeypis og er fyri øll, ið fáast við og hava ábyrgd av børnum og ungum í ítróttahøpi.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Innbjóðingin kann síggjast her.