So er klárt at melda til Rørslusvimjingina
Rørsluliðini hjá HS byrja aftur 12. Januar, og er fyri
bæði smalan og breiðan eins og seigligan sum skjótan.
Svimjing styrkir hjarta og andadrátt, og hevur tann
fyrimun, at eisini yvirkroppurin verður vandur. Mótstøðan í vatninum ger, at
úthaldni hjá vøddunum verður vant, og – í mun til svimjistílin – økist eisini
rørslusemi í liðunum. Svimjing venur kroppin fjøltáttað, er sunt og gevur
vælveru.
Ger hesa íløguna í teg sjálvan: kom í form og fá
konditión uppá ein stuttligan máta saman við øðrum í somu støðu. Nú er at
skunda sær at melda til, áðrenn útselt verður J
Kostnaðurin er kr. 1.509,00 fyri hálvárið.
Liðini venja í Gundadali hesar tíðir:
Rørsla 1: týsdag og hósdag kl 20.30 – 21.15
Gjaldsleinkja: http://www.askur.fo/dforms/form305056.html
Rørsla 2: týsdag og hósdag kl 21.15 – 22.00
Gjaldsleinkja: http://www.askur.fo/dforms/form305079.html
Rørsla 3: mánadag kl
20.30 – 21.15
og
mikudag kl 18.45 – 19.30
Gjaldsleinkja: http://www.askur.fo/dforms/form305102.html
Rørsla 4: mánadag kl
21.15 – 22.00
og
mikudag kl 19.30 – 20.15
Gjaldsleinkja: http://www.askur.fo/dforms/form305125.html