Havnar Svimjifelag hongur bara saman, um tað eru nóg mikið av hjálparfólkum, sum – uttan samsýning – hjálpa til. Onkur fær vónandi eitt ”Takk fyri” her og har, men annars fáa tey einki. Vit heita tí á øll um at fara væl við teimum, tí hesi fólkini eru gull verd fyri felagið, og vit kunnu ikki vera tey fyriuttan 🙂
Tað er altíð brúk fyri fleiri kreftum, og hevur tú hug at hjálpa, so set teg í samband við onkran lim í einum av bólkunum, t.d.
Les meira her um bólkarnir og hvør er í teimum: her
Hesir bólkar eru mannaðir:
Nevndin
Stevnubólkurin heima
Stuðulsbólkurin (mangla 1-2 fólk afturat)
Svimjiskúlin
Ferðabólkur 1
Kantinubólkurin
Kappingarskrá- og teldubólkurin (manglar 1 fólk afturat)
Heimasíðubólkurin
Svimjikappingarbólkurin úti – 16m
Umframt hesi, eru tað øll tey, sum eru klár við eini hjálpandi hond, har tørvur er, men uttan tó at vera í einum føstum bólki. Tey gera mat til svimjararnar, tá vit kappast í Klaksvík og í Vági, tey rudda og vaska upp aftaná, tey eru tíðtakarir, dómarir, sjaførar, ferðaleiðarir, kaku- og bollabakarir, kantinufólk o.m.a.
Hesir bólkarnir eru ómannaðir:
Venjingarlegubólkurin
Tilmeldingarbólkurin
Liðleiðari hjá kappingarliðunum
Trivnaðarbólkurin
Ferðabólkur 2