24. mars kl. 18.00 verður stuðulssvimjing hjá fyrsta og øðrum liði, har svomið verður so nógv sum gjørligt í tveir tímar.

 

Svomið verður fyri at útvega pening til venjingarlegur, so at vit kunnu standa okkum betri til FM,  NMU,EM, EJM og HM, og svimjistevnur annars.

Fyri at náa hesum málum er umráðandi, at vit sleppa á venjingarlegur, har vit serliga venja í 50 metur hyli.

 

Svimjararnir koma væntandi hvør sær at svimja millum 6 og 10 kilometrar teir báðar tímarnar svomið verður.

 

Tey, sum stuðla, verða við í lutakastinum um tvey gavukort á kr. 1.000,- frá SMS. Vinnararnir fáa eftirfylgjandi boð og kunngjørt verður á heimasíðuni.
 

Skjal at útfylla í samb. við at stuðla svimjara kann heintast her.

 

Við vón um góðan stuðul.