Stuðulssvimjing
Sum ein liður í at vinna meira pening til felagið, varð skipað fyri stuðulssvimjing í svimjihøllini í Gundadali nú í kvøld 5. apríl. Svomið verður fyri at útvega pening til venjingarlegur, so at vit kunnu standa okkum betri til FM, NMU, EM, EJM og HM, og svimjistevnur annars. Fyri at náa hesum málum er umráðandi, at vit sleppa á venjingarlegur, har vit serliga venja í 50 metur hyli.
Framferðarhátturin var tann, at hvør svimjari skuldi finna ein ella fleiri sponsorar, sum kundu lata eina fasta upphædd í stuðul, ella lata eina ávísa upphædd fyri hvønn metur, ið svimjarin svam.
3. og 4. lið svam fyrst ein tíma, meðan svimjarir á 1. og 2. liði og foreldur taldu metrar, og aftaná býttu tey um. Ikki kann sigast annað enn, at tað eru óførir svimjarir vit eiga, tí svimjararnir hava svomið nógvar kilometrar teir báðar tímarnar, sum tiltakið vardi. Harafturat hava tey verið ófør at finna stuðlar. 
Tey yngru á 3. og 4. lið – tey vóru 13 í tali – svumu íalt 29 km og 800 m, fyri kr. 39.891,50.
Tey eldru á 1. og 2. lið – tey vóru 11 í tali – svumu íalt 46 km og 150 m, fyri kr. 52.684,75.
Havnar Svimjifelag takkar øllum svimjarum, foreldrum teirra, sum eru so ófør at hjálpa til, og ikki minst øllum teimum, sum hava stuðlað.

Her eru nakrar myndir frá tiltakinum.