Seinnapartin mánadagin stóðu nakrir spentir
og sera uppsettir svimjarar uttanfyri svimjihøllina.
Ta løtuna var tað ikki fyri at svimja, men at
súkkla. 
Hettar vóru svimjararnir á 1 og 2 liði, sum saman
við venjaranum Christian Tessner og Evaldi Rasmussen gjørdu seg
klárar til ein súkklutúr runt Havnina, út í
Havnardal, út á Argjaboða ……
Partar av teinunum koyrdu tey fleiri
ferðir, til dømis strekkið frá Velbastaðvegnum og út til
Vatnbrunnin i Havnardali súkklaðu nakrir av
svimjarunum 3 ferðir.
Komin aftur til svimjihøllina vælupphitaði, vóru
tey klár til nakrar longdir í hylinum.
Vit skulu ikki her pástanda, at tað bleiv svomið
bestu tíðir í Gundadali eftir súkklutúrin, men tað bleiv væl
kempa.
Á myndini eru frá vinstru: Christian, Kristina,
Jákup Símun, Evald, Katarina, Óli, Høgni og Magnus.