Krabbameinsfelagið og Havnar
Svimjifelag skipa fyri temadegi um rørslu og fyribyrging.
Fokus verður sett á, hvussu rørsla kann vera týðandi táttur í
at fyribyrgja krabbameini og øðrum lívsstílssjúkum.

Tiltakið verður 5 nov. kl. 13-16 á
Hotel Føroyum.

Á skránni verður fyrilestur við
kendu Bente Klarlund Pedersen, yvirlækna og professara. Hon
hevur skrivað fleiri bøkur, millum teirra ”Motion på recept”
og hevur granskað nógv innan rørslu og fyribyrging av sjúkum.

Trygd stuðlar tiltakinum, sum er
alment. Øll eru vælkomin. Neyðugt er tó at tekna seg hjá
Krabbameinsfelagnum á telefon 317959 ella ffk@krabbamein.fo

Lesið tíðindaskrivið um tiltakið frá HS og Krabbameinsfelagnum her: Tíðindaskriv