Góðu tit øll,
Leygardagin hin 9. mars fer Svimjisambandið, saman við Fuglafjarða Svimjifelag, at skipa fyri einum ‘Svimjidegi’ fyri yngru svimjararnar. Á skránni verða ymiskir aktivitetir, bæði inni og úti, í hyli og á turrum, og børnini verða blandað í bólkar, soleiðis at tey kunnu hugna og stuttleika sær saman og koma at kenna hvønn annan tvørtur um feløgini. Vit runda dagin av við eini felags máltíð á Muntra.
Vit ásanna, at talan kann verða um ein ógvuliga stóran hóp, tá vit tosa um ‘yngru svimjararnar’ (her hugsa vit 12 ár og yngri, men hetta er ikki knívskorið).
Fyri at vit kunnu gera endaligu fyrireikingarnar og boða Muntra frá, mugu tit melda til hjá Elin Olsen í seinasta lagi týsdagin 5. Mars á midnátt.
Tilmelda við at senda navn og aldur til elin.olsen@skulin.fo
Kostnaðurin fyri hvørt barnið verður kr. 100,-
Fyribilsskrá fyri dagin:
Ætlanin er, sum sagt, at deila børnini upp í bólkar og hava einar 4 aktivitetir, sum allir bólkarnir skulu royna seg í (harav tann eini er í hylinum – svimjiroyndir, sum tey fáa heiðursbræv fyri)
12.30 Vælkomin + bólkabýti + ‘upphiting’
13.15 1.aktivitetsrunda
13.45 skift
14.00 2.aktivitetsrunda
14.30 skift
14.45 3.aktivitetsrunda
15.15 skift
15.30 4.aktivitetsrunda
16.00 skift
16.30 matur, handan av heiðursbrøvum og undirhald á Muntra.
18.00 liðugt