Góðu motiónistar,
Nú er tilmelding til komandi hálvár á skránni.
Vit byrja at svimja aftur ávikavist 13. og 14. januar. Kalendari fyri hálvárið kann heintast her. Takið niður, printið út, laminerið.

Venjingartíðirnar eru hesar:
Rørsla 1: Týs. & Hós. 20.30 – 21.15
Rørsla 2: Týs. & Hós. 21.15 – 22.00
Rørsla 3: Mán. 20.30 – 21.15 & Mik. 18.45 – 19.30
Rørsla 4: Mán. 21.15 – 22.00 & Mik. 19.30 – 20.15

 

Vit hava tveir venjarar á kantinum – eisini sunnukvøld. Venjarapørini eru:
Jensia Lamhauge & Annika S. Olsen
Poula Ø. Mohr & Johan Ásmundarsson

Vit hava valt at broyta konseptið eitt sindur, so at sunnudagurin verður meira aktivur. Heilsukanningarnar verða nú sunnukvøld og skipaðar nakað øðrvísi enn áður. Vit fara hesaferð at hava tvær kanningar. Eina nú, tá ið vit byrja, og eina beint áðrenn vit enda. Kanningarnar verða á balkongini í svimjihøllini, har vit fara at máta alt tað vanliga + kolesterol og blóðsukur. Ístaðin fyri at renna, máta vit konditalið á kondisúkklum. Aftaná heilsukanningarnar verður svomið og møguleiki verður eisini at fara í hitarúmið. Onkrar sunnudagar verða Workshops, har Remi, Jensia og møguliga onkrir gestir fara at undirvísa í onkrum serligum tekniskum.

NÝTT: Í samstarvi við Hjartafelagið fara vit umframt tær vanligu mátingarnar eisini at máta blóðsukur og kolesterol.
NÝTT: Onkrar sunnudagar verða Workshops, har undirvíst verður í onkrum serligum teknikki.

Vit hava eina masterkapping í Havn við veitslu í marts og tann afturvendandi jóansøkuhavsvimjingin við veitslu verður umborð á Johonnu TG326 (hesaferð í Vági). Eisini verður ólavsøkusvimjing.

Vit heita inniliga á tykkum øll, um at reklamera fyri okkara tilboði – og fyri Havnar Svimjifelag sum heild. Kenna tit onkran, ið vil sleppa upp í part, so biðið tey melda seg til.
Við vón um góða undirtøku gleða vit okkum at síggja tykkum øll aftur.
Gott nýggjár!

Vinarliga,
Havnar Svimjifelag