Vit eru nú farin at fyrireika svimjiskúlan. 

 

Almenna tilmeldingin verður 5. september kl. 17.00.

 

Sum nakað nýtt vilja vit royna at fáa eina online skipan har foreldur kunnu melda til á og gjalda við gjaldskorti. Alt er ikki komið uppá pláss enn, so vit vita ikki um vit náa tað. Í øllum førum verður, sum vanligt, eisini tilmelding í Svimjihøllini í Gundadali.

 

Viðv. svimjiskúlanum, ætla vit eisini at útbjóða útlop frá vippu sum eina grein. Heldur ikki her eru allir snøklar komnir uppá pláss, so vit fáa ikki sagt so nógv um hetta.

 

Meira kunning á heimasíðuni og í einum faldara, sum vit senda út í øll hús í Tórshavnar kommunu.