Vegleiðing í at melda til og gjalda á heimasíðuni hjá HS.

HS hevur ment eina nýggja on-line tilmeldingarskipan, ið bleiv tikin í nýtslu tann 5. september, kl. 17.00. Skipanin, sum eitur Askur, er ein felags tilmeldingar- og gjaldsskipan, sum ÍSF eigur. Niðanfyri verður greitt frá, hvussu ein tilmeldar.

Tilmelding

Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna hjá HS, www.hs.fo.

  1. Far inn á www.hs.fo
  2. yrst trýstir ein á eina leinkju á forsíðuni, har ein so kemur inn á Svimjiskúli/Rørsla, við yvirlitinum yvir øll liðini.
  3. Trýst á Svimjiskúli/Rørsla í høvuðsyvirlitinum, har yvirlit yvir øll liðini á svimjiskúlanum eru.
  4. Trýsta á tað liðið, sum tú ynskir at melda teg til. Eftir hetta opnar eitt nýtt vindeyga, har ein verður førdur til tilmeldingar- og gjaldsskipanina á Askur.fo. Ovast á hesi síðu stendur navnið á liðnum. Tryggja tær at hetta er tað rætta liðið, sum tú ynskir at melda teg til og gjalda fyri. Á síðuni sæst eisini hvussu nógv pláss eru tøk á liðnum.
  5. Tasta upplýsingarnar inn. Tað er SERA umráðandi at skriva teldupostaddressuna rætt! Vel at gjalda við gjaldskorti.
  6. Trýst á Goym knappin niðast á myndini. Eftir hetta kemur ein til eina nýggja síðu har upplýsingar um persónurin sum betalir, skulu skrivast inn.  Eisini her er tað SERA umráðandi at skriva teldupostaddressuna rætt, tí gjaldsváttan verður send til hesa teldupost addressuna.
  7. Les eisini gjaldstreytrinar, Markera feltið fyri at tú hevur lisið og váttað gjaldstreytirnar og trýst so á Goym og halt fram knappin niðast á myndini. 
  8. Síðan kemur ein inn á Nets gjaldssíðuna, har ein skal upplýsa gjaldskort upplýsingar. Trýst so á Gjald. Um skipanin sigur Gjald fullført, er skrásetingin liðug og eitt pláss er nú skrásett til tín. Skipanin sendir samstundis eina kvittan til teldupost addressuna, sum tú upplýsti undir gjaldsupplýsingar. Um skipanin IKKI sigur Gjald fullført, so er onkur feilur íkomin, og so er plássið ikki skrásett til tín. Alt eftir hvat feilurin er, mást tú møguliga byrja skrásetingina umaftur.

Bíðilisti:

Eru ikki fleiri pláss á liðnum tøk undir pkt. 3, fær ein bjóða at fara á bíðilista. Tá fer ein so ikki víðari til at gjalda. Skipanin skrásetir tíðspunktið nær ein kemur á bíðilista. Ein kann so hereftir velja at steðga her, og vóna at eitt pláss gerst tøkt seinni tá fólk frá HS seta endaligu liðini. Hetta garanterar tær tó ikki pláss á nøkrum liði.

Fyri at tryggja sær eitt pláss á onkrum liði, má ein finna eitt lið har tøk pláss eru, og tekna seg á hetta við at gjalda fyri tað.

Viðmerkingar:

Testroyndir okkara vísa at skipanin riggar best við browsarnum Firefox og Chrome; internet Explorer riggar sum vanligt ikki altíð líka gott.